Nýggjastu


Bakkafrost: Útlitini eru góð

vinna20-02-2018 - 09:13 - Jóanis Nielsen

Bakkafrost hevur í morgun boða frá, at ársúrslitið hjá fyritøkuni í 2017 varð 511 milliónir krónur. Rakstrarúrslitið varð met gott á 1.278 milliónir krónur, harav alideildin átti 1233 milliónir krónir av hesum.

Á ársaðalfundinum fer nevndin at skjóta upp, at 10,50 krónur verða goldnar í vinningsbýti fyri hvørt partakræv. Hetta gevur eitt samlað vinningsbýti á 513 milliónir krónur.

Bakkafrost metur, at útlitini alingina og fíggjarligu støðuna hjá fyritøkuni eru góð. Laksaprísurin er tó minkaður, eitt nú orsaka av øking í tøkuni av laksi, og tøkan fer væntandi at vaksa í 2018. Hetta ger m.a. at Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 14% av væntaðu tøkuni av laksi.

ÚTLIT

Marknaðurin

Laksaprísurin lækkaði munandi í øðrum hálvári 2017 frá methøgum støði í 2016 og fyrr í 2017. Lækkingin var væntað orsakað av fallandi eftirspurningi við høga laksaprísinum og øking í tøkuni av laksi. Útboðið av laksi øktist við 12% í 4. ársfjórðingi 2017 í mun til útboðið sama ársfjórðing í fjør. Seinastu greiningarnar hjá Kontali Analyse meta, at tøkan av laksi økist við 6% í 2018.

Aling

Útlitini fyri alingina eru góð. Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini. Bakkafrost setir áhaldandi lívfrøðiliga váðan í miðdepilin og hevur gjørt fleiri nýggjar íløgur og mannagongdir, sum skulu minka um váðan.

Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2018 er 51.000 tons av laksi í kruvdari vekt.

Útsetingin av smolti hjá Bakkafrost í 2018 verður væntandi um 13,9 milliónir smolt samanborið við 9,9 milliónir smolt í 2017 og 11,7 milliónir smolt í 2016.

Liðugvørur

Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 14% av væntaðu tøkuni av laksi hjá felagnum fyri 2018. Sáttmálastøðan er lækkað samanborið við undanfarin ár, tí nakrir sáttmálar vórðu ikki endurnýggjaðir í 4. ársfjórðingi 2017.

Mjøl, lýsi og fóður

Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið fyri 2018 hjá ICES av svartkjafti er 1.388 túsund tons samanborið við 1.342 túsund tons fyri 2017. Mett verður, at útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru góð.

Nýggja laksamjøl og -lýsi framleiðslan á Havsbrún byrjar eftir ætlan í 2. ársfjórðingi 2018, og full fram­leiðsla verður væntandi í øðrum hálvári 2018. Hendan framleiðsla fer at virðisøkja slógv og avskurð frá kryvji- og liðugvøruvirkinum á Glyvrum.

Samlaða sølan av laksafóðri verður mett til 85.000 tons í 2018.

Íløgur

Í juni 2016 kunngjørdi Bakkafrost 5 ára íløguætlanina frá 2016 til 2020. Samlaðu íløgurnar verða 2,2 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur.

Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at hava eina av mest kostnaðartilvitaðu virðisketunum í alivinnuni, at fremja burðardyggan vøkstur, økja um smidleikan og lækka lívfrøðiliga váðan, so fram­tíðar tørvir hjá kundunum verða nøktaðir.

Fíggjarliga støðan

Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møg­uleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og atgongdin til altjóða fígging geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.