Baldrut í rækjuvinnuni í nógv ár

vinna12-11-2019 - 23:00 - Jóanis Nielsen

 

Baldrut í rækjuvinnu í nógv ár

1.         Í 90-unum mistu vit hjáveiðukvotuna av toski og svartkalva i Eystgrønlandi og Basrentshavinum , kundu hava 49% i Barenshavinum og 10% i Eystgrønlandi

2.         2010 Eysturgrønland  bleiv lukkað vegna Makrelstríðið, men bleiv latið upp aftur i 2014 ?, men tá var onki at fáa har

3.         2015 Flemish Capp bleiv stongt fyri allari rækjuveiðu

4.         2015 Grand Bank bleiv stongt

5.         2015 Fiskaloysi bleiv við Svalbard og er tað enn

6.         Rækjuprísurin var  sera vánaligur frá 2002 og heilt til  2014 hvar hann reyk upp, men nú er hann  fallandi aftur av tí  normenn og russar hava økt sína rækjuveiðu við fleiri 100%

7.         Allir normennirnir- EU og flestu russisku rækjubátanir hava aðra kvotu enn rækjur eisini, bert vit ið einki hava aftrat. Hetta ger tað serliga trupult, av tí sera lítil  rækjuveiða er i Barentshavinum myrku vetrartíðina (ca 5 mánaðar). Ongin normaður er á rækjum nú og bert ein ella tveir fra EU, sum tó hava lov til hjáveiðu

            Ljóspunkt var at føroyingar funnu nýggjar leiðir i russiskum sjógvi har økið sum svarar til alla Føroyaleiðuna út á 200sm.  Tá vóru bert 2 russiskir ´´Plimsollarir´´ á rækjuveiðu, nú hava Russar eini 23 góð rækjuskip.

 Normenn hava endurnýggjað allan sín flota sístu 4 árini meðan vit standa eftir reyv

 

Nógv er tosað um nýggjar aktørar, men als onki um verðandi aktørar, ið hava ov lítið til lønandi vinnu ella endurnýggjan ???  Núverðandi samgonga vann valið uppá at fara frá ørvitis uppboðsøluskipanini , men alíkavæl tosar man um eina ´´endauppboðsølu´´ har teir verðandi stóru aktørar uttan iva fara við øllum , so her er lítið ella als onki lært.

Bjarni Petersen.