Barbara Lervig fór avstað við øllum

Mentan28-02-2021 - 09:38 - Jóanis Albert Nielsen

Bæði dómsnevnd og áskoðarar vóru samdir um, at "Handanland" hjá Barbaru Lervig var besti stuttfilmurin í ár, tá Geytin 2021 var á skránni í Norðurlandahúsinum, og fekk hon 60.000 kr í virðisløn.

Vinnarin av Geytanum 2021 hevur megnað at hugtikið og vakt virðing hjá dómsnevndini við einum ambitiøsum og inniligum stutt-filmi. Tá talan harafturat er um fyrsta veruliga filmsavrikið hjá leikstjóranum, er tað eisini sera djarvt av leikstjórinum at fara í holt við viðgera nakrar so tungar og álvarsamar eksistentialistiskar spurningar, ið eru torførir at bera fram hjá teimum mest royndu filmsfólkunum.

Men hetta loysir filmurin hegnisliga við einari blanding av góðum sjónleikaraavriki, einfaldari og munagóðari visuellari nýtslu av føroysku náttúruni, stílreinum framleiðslusniði og einum bjartum frásøgu-vendið í endanum, ið gevur eina vón í vónloysinum. Hóast evnið og tað føroyska landslagið í filminum er væl kent, so megnar leikstjórin við síni serstaku rødd at geva frásøguni ein frískan og persónliga dám. Og tað er ikki smávegis.

Hetta hevur, sum sagt, hugtikið og vakt virðing hjá limunum í dómsnevdini, og dómsnevndin vil somuleiðis viðurkenna hetta djarva lopið inn í filmsheimin við Geyta virðislønini. Framtíðin hjá hesum leikstjóra er spennandi og vóngevandi - og somuleiðis framtíðin hjá hesum nýggja ættarliði av føroyskum filmsfólkum.