\"Nú má eg stiðja barometrinum\" helt Niklái fyri.

Barometrið umborð á Arctic Viking vísti 935 hPa

vinna15-02-2020 - 19:54 - Jóanis Nielsen

 Vit hava í dag tosað við Nikláa Petersen skipara á Arctic Viking, sum landar í Íslandi, vit fregnaðust m.a. um veðrið í Íslandi, sum hevur verið sera baldrut teir seinastu dagarnar. Niklái segði okkum, at barometrið umborð á Arctic Viking stóð í dag á 935 hPa - sí myndir her niðanfyri - "Nú má eg stiðja barometrinum" helt Niklái fyri.

Uppdatering: Seinni á degnum fór barometrið niður á 933 hPa og var í botn - tá slapp tað ikki longur niður - sí seinastu myndina niðanfyri.

Her kann eg (Jóanis) leggja afturat, at barometrið í stovuni her hjá okkum í Sandavági tann 11. januar 1993 vísti 930 hPa - í kvøld stendur tað á 948 hPa.