Bústaðarpolitikkur skal snúgva seg um tørvin hjá tí lægsta, ikki áhugamálini hjá tí hægsta

politikkur10-09-2020 - 22:33 - Jóanis Nielsen

Bústaðaravbjóðingin er og hevur seinastu árini verið ómetaliga stór. Húsaprísirnir hækka í næstan øllum økjum í landinum. Familjur og støk uppliva, at tað er truplari at fáa gerandisdagin at hanga saman fíggjarliga, og fleiri kenna á sær, at tey mugu góðtaka, at størri og størri partur av lønini fer til bústaðarbyrðuna. Og enn fleiri hava snøgt sagt einki stað at kalla sítt heim. Her er talan um allar aldursbólkar, allar familjusamansetingar og hópin av børnum, sum liva undir slíkum korum. Hetta er ein veruleiki á smáum og stórum búplássum. Og eisini í teimum økjum, sum nú verða knýtt saman við Eysturoyartunlinum. Nýggj greining vísir, at sethúsaprísirnir við tunnilsmunnarnar í Eysturoynni eru hækkaðir 31 % bara hetta seinasta árið, og seinastu árini eru prísirnr meiri enn tvífaldaðir.

Tað vóru helst nógvir føroyingar, sum bíðaðu spentir og leingi eftir nýggju bústaðarpolitisku ætlanini hjá landsstýrinum. Og tað var gott at síggja, at ætlanin ber við sær almentgagnligar raðfestingar m.a. á smáplássum og útoyggj. Men nýggja ætlanin var eisini eitt stórt vónbrot. Tí hon leggur upp til, at almenni bústðarpolitikkurin einans skal fevna um smáu plássini, har eingin kapping er.

Men hvussu so við Klaksvík, Tvøroyri, Runavík og økjunum við tunnilsmunnan og Havnini? Tað sigur seg sjálvt, at húsaprísirnir halda fram at vaksa, um vit ikki brúka okkara bústaðarpolitisku amboð, áðrenn tað er alt ov seint.

Alt er ikki vinnupolitikkur

Landsstýrisfólkini tykjast so ør eftir kapping, tað verið seg innan alt frá samferðslu, el- og televeiting til bústaðir, at tey hava púrasta gloymt sunna fornuft.

Veitingarskylda er ikki vinnupolitkkur.

Bústaðarpolitkkur er ikki vinnupolitkkur.

Alt er ikki vinnupolitikkur. Og alt kann ikki loysast við vinnupolitkki.

Frá einum búskaparligum sjónarmiði gevur tað heldur ikki meining, at húsarhaldini fyri hvørt ár mugu brúka størri og størri part av síni inntøku til bústaðarskylduna. Tí tað ger sjálvandi tað, at familjur og einstaklingar hava minni at brúka, og at samlaða keypsorkan hjá føroysku húsarhaldunum minkar. Tað merkir færri inntøkur til kommunu- og landskassan til grundleggjandi vælferðartænastur. Men týdningarmest av øllum:

Tað økir stættarmunin og minkar mobilitetin. Tað skapar økir, har bara tey vælbjargaðu kunnu búgva. Tað niðurbrýtur samanhangsmegina í samfelagnum. Og tað ger, at tað verða fleiri børn, sum ikki fáa atgongd til tað sama, sum sínir floksfelagar kanska fáa.

Tað er ikki tann vegin vit skulu.

Borgarligu flokkarnir plaga at vera forsprákarar fyri, at føroysku húsarhaldini hava meira eftir, tá allar fastar útreiðslur eru goldnar í endanum av mánaðinum. Hví er sami hugsunarháttur ikki galdandi fyri bústaðarpolitikkin?

Hví ikki gera ein bústaðarpolitikk, sum veruliga ger tað møguligt hjá øllum føroyingum at búgva her?

Tað er tann vegin vit skulu. Og vit kunnu gott.

Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðarflokkurin