Bátafestivalurin á Toftum er útsettur til 20. juni 2020

mentan02-04-2020 - 10:07 - Jóanis Nielsen

Bátafelagið á Toftum, ið skipar fyri Bátafestivalinum, hevur valt at útseta Bátafestivalin 20.juni. Tað er fyri at taka atlit fyri Korona COVID-19.

Vit vilja hava ein góðan og hugnaligan bátafestival og tað er ikki møguligt, nú Korona COVID-19 ger um seg í Føroyum.

Vit vilja fylgja ráðunum frá mynduleikunum og at samlað túsund fólk á Bátafestivali á Toftum, er ikki rætt at gera í løtuni.

Nes Kommuna, sum skipar fyri Várdøgunum vikuna undan Bátafestivalinum, hevur eisini valt at útseta øll teirra tiltøk.
Bátafelagið á Toftum og Nes Kommuna koma vónandi at skipa fyri ymiskum tiltøkum undan Bátafestivalinum 20.juni.

Vit fylgja gongdini við Korona smittuni og kunning kemur komandi tíðuna, um hvat verður á skránni til Bátafestivalin á Toftum og til Várdagarnar hjá Nes Kommunu.

Vinarliga

Bátafelagið á Toftum & Nes Kommuna