Bátahugni í dag

Mentan01-06-2019 - 10:37 - Jóanis Albert Nielsen

Bátahugnin 2019 verður leygardagin 1 juni. Eins og undanfarin ár verður siglt av Selatrað til Hvalvíkar har Sundalags bátafelag skipar fyri ymiskum tiltøkum við bátahylin.

Kostnaður fyri at melda til er 300 kr. fyri hvønn bát og kampingvogn. Íroknað gjaldið er máltíð tá komið verður í land. Bátar fáa atgongd til vatn og el og til ber at keypa olju.

Skrá:

Kl. 13.30 Sigla frá Selatrað til bátahylin í Hvalvík.

Kl. 14.00 ÁWAY Service og dekksølan bjóða grillaðar pylsir og sunkist.

Kl. 15.00 - 17.00 smyrjibreyð til báta- og kampingfólk í teltinum.

Kl. 17.00 Grillaður grísur og búffar fáast til keyps frá Ørvaroddar við bátafelagshúsið.

Kl. 20.30 Felagssangur við harmoniku spæli

Kl. 23.00 Lutaseðlarnir verða trektir

Øll eru hjartaliga vælkomin

Sundalags Bátafelag

Myndir frá Bátahugnanum í 2018 síggjast her: