Bátur ið var farin í grind fekk motortrupuleikar

22-05-2018 - 23:10 - Jóanis Albert Nielsen
Seinnapartin í dag klokkan 15:10 fór rescue Lív av Havnini eftir Havborgini, sum hevði fingið motortrupuleikar. Báturin var tá staddur við grindina ið seinni legði beinini í Gøtu. 
Klokkan 15:33 var Lív hjá Havborgini, og sleipaði hana síðani til Skála. Klokkan 17:40 var Lív á Skála við Havborgini.