Betri Banki: Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka

vinna25-02-2021 - 16:17 - Jóanis Nielsen

Nýggjastu hagtølini hjá Betri Banka vísa, at sethúsaprísirnir fyri allar Føroyar í miðal eru hækkaðir 4,9% í 2020. Í høvuðsstaðarøkinum eru sethúsaprísirnir hækkaðir 5,9%, og prísirnir á sethúsum í høvuðsstaðnum eru nú í flestu førum væl omanfyri 3 mió. kr. 

Stóri eftirspurningurin eftir bústøðum, avmarkað útboð umframt lága rentustøðið ger, at bústaðarprísirnir kunnu væntast at hækka enn meira í 2021. 

Bústaðarbyrðan er tó ikki tyngri í dag í mun til fyri 10 árum síðani 

Bústaðarbyrðan er seinastu árini vorðin tyngri orsakað av hækkandi bústaðarprísum. Bústaðarbyrðan lýsir, hvussu stórur partur av miðal netto inntøkuni hjá einum pari við tveimum børnum fer til at fíggja eini sethús. 

Tó er bústaðarbyrðan enn ikki komin á sama støði sum fyri 10 árum síðani. Hetta merkir, at sjálvt um prísurin á sethúsum er hækkaður nógv seinastu árini, er tað ikki vorðið fíggjarliga tyngri hjá einum miðal húsarhaldi at seta búgv í mun til fyri 10 árum síðani. Høvuðsorsøkirnar til hetta eru hægri lønarlag og lægri skattatrýst, og ikki minst eitt væl lægri rentustøði, ið ger tað bíligari at fíggja ein bústað í dag. 

Bústaðarbyrðan í Tórshavn var 31% í 2020 og miðal sethúsaprísurin var áleið 3,3 mió. kr. Í Klaksvík og í Eysturoynni var bústaðarbyrðan ávikavíst 20% og 16% í 2020. Miðal sethúsaprísurin í Klaksvík og í bygdunum í Eysturoynni nærhendis nýggju tunnilsmu