Betri Trygging: 373 mió. kr. útgoldnar til tryggingartakarar

Vinna18-03-2019 - 16:00 - Jóanis Albert Nielsen

Ársúrslitið hjá Betri Trygging í 2018 vísti eitt avlop á 28,2 mió. kr. eftir skatt. Árið 2018 varð merkt av stórum afturføringum í einstøkum skaðum.

Í alt vóru 10.800 skaðar í 2018 og er hetta á leið sama tal av skaðahendingum sum í 2017. Tó var eingin stór einstøk skaðahending í 2018 samanborið við 2017, tá eldur kom í stóran virkisbygning á Tvøroyri.

Solvensurin hjá felagnum hækkaði úr 8,61 % í 9,98 %, sum er tekin um eitt sunt og sterkt felag.

- Hvørt ár er ymiskt, og vit vita ongantíð frammanundan, hvussu nógvir skaðar koma á hvørjum ári. Vit mugu vera fyrireikað og vera ein tryggur skansi, tá á stendur, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.

Í Betri Trygging verður stórur dentur lagdur á at fyribyrgja skaðar. Vit uppliva økta tilvitan hjá okkara kundum um fyribyrging og ein broyttan hugburð til at ansa væl eftir sínum virðum.

- Vit royna hvørt ár at vísa á, hvussu føroyingar kunnu koma sær undan skaðum, og hvør fyribyrgdur skaði er ein sigur fyri allar partar, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Árið í stuttum

  • Ársúrslit: 28,2 mió.kr.

  • Tryggingargjøld: 368,5 mió.kr.

  • Útgoldnar veitingar: 373,5 mió.kr.

  • Solvensur: 9,98 %

  • Eginogn: 595,8 mió.kr.