Bilur endaði niðri við sjóvarmálan

myndir20-01-2021 - 09:59 - Jóanis Albert Nielsen

Í morgun endaði ein bilur niðri við sjóvarmálan í Miðvági. 

Av løgreglustøðini verður sagt, at eingin var í bilinum tá ið óhappið hendi. Eigarin av bilinum hevur antin gloymt at koyrt hondbremsuna upp, ella er bilurin farin á rull í hálkuni.