Bjarni Benediktsson á landsfundi hjá Fólkaflokkinum

Politikkur16-11-2018 - 07:40 - Jóanis Albert Nielsen

Íslendski fíggjarmálaráðharrin og formaður Sjálvstæðisfloksins, Bjarni Benediktsson, verður gestarøðari á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum, ið verður leygardagin 17. nov kl.11.00 í Salt á Drelnesi.

Bjarni Benediktsson er 48 ára gamal. Hann hevur verið formaður í Sjálvstæðisflokkinum síðani 2009, og fíggjamálaráðharri síðani altingsvalið í 2017, tá ið Sjálvstæðisflokkurin gjørdist greitt størsti flokkur við 29%.

Bjarni Benediktsson hevur áður verið í Føroyum. Tað var í 2013, tá Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins og táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, bjóðaði íslendska starvsfelaganum til Føroyar.

Landsfundurin hjá Fólkaflokkinum byrjar leygardagin kl.11.00 í Salt á Drelnesi.

Fundurin verður eisini stroymdur.

Fólkaflokkurin