Bjørt Hentze Magnussen og Bjarni Rasmussen fingu 15.000 kr. í part til uttanlandsuppihald í sambandi við teirra lestur

Bjørt og Bjarni fingu Betri legatið

mentan02-08-2019 - 15:38 - Jóanis Nielsen

Í sambandi við Betri Pisudagar 2019 bleiv Betri legatið handað í gjárkvøldi á deildini hjá Betri í miðbýnum í Havn. Tiltakið í Havn og á Saltangará var væleydnað, og fleiri enn 100 ung luttóku.

”Áhugin hjá føroyskum lesandi at nema sær vitan úti í heimi er enn stórur, og vit eru fegin at kunna geva okkara íkast til, at lesandi fáa eina fjølbroyttari og betri útbúgving,” segði Liljan Müller, leiðari á Ungdómsdeildini hjá Betri.

Betri legatið er ein útbúgvingarstyrkur til føroysk lesandi, ið eru farin undir eina hægri bókliga útbúgving ella yrkisútbúgving. Legatið er ætlað sum stuðul til uppihald uttanlands í beinleiðis sambandi við útbúgving. Fýra lesandi um árið fáa legatið, ið verður latið tvær ferðir árliga. Les meira um legatið her.

Lesandi, ið hava fingið Betri legatið higartil hava fingið íblástur í Sydney, París, Brússel og Svalbard. Hesaferð varð søkt um stuðul til uppihald í Kina og Bali.

Bjarni lesur Business Economics á University of Pennsylvania, Wharton School of Business í USA og var í summar í starvsvenjing í Kina.

Bjørt lesur Business Administration and Service Management á Copenhagen Business School í Danmark og skal til Bali eina lestrarhálvu á Warmadewa University.

“Eg føli meg sera hepna at fáa Betri legatið í sambandi við mína útveksling á Bali. Endamálið er at fáa betri handilsvirksemis- og ferðavinnuførleikar. Hetta kemst av, at uppihaldið væntandi fer at geva mær møguleika at røkka einum øðrvísi sjónarmiði og at víðka um mína vitan innan míni áhugaøki, sum tað framkomna umhvørvið fyri altjóða lesandi á Warmadewa University leggur dent á. At fara hinumegin jørðina er sera dýrt, og hóast skúlagongdin verður goldin, skal eg gjalda bæði ferðing, undirvísingartilfar og rannsóknir, harumframt leigu, mat og lummapengar. Tískil kemur Betri legatið sera væl við,” segði Bjørt.

“Eg eri ótrúliga fegin um, at Betri hevur valt at stuðla mær við mínari skúlaleið, umframt við míni ferð til Shanghai í summar. Fíggjarliga byrðan at lesa í USA er tung, so ískoyti heimanífrá eru altíð stór gleðiboð. Eitt starvslærupláss í Kina sampakkar væl við mínar ætlanir við einari handilsútbúgving frá Wharton. Føroyar hava nógvar møguleikar fyri útflutningi og við einum alsamt vaksandi búskapi í Kina eri eg sannførdur um, at tað er ein góð íløga at gera seg kendan við Kinverska mentan og siðvenjur. Betri legat er eitt týdningarmikið átak fyri at eggja okkum ungu at leita nýggjar leiðir og breiða um okkara heimsfatan og sjónarmið.”, segði Bjarni.

Vit ynskja Bjørt og Bjarna góða eydnu og gleða okkum at frætta um teirra uppihald gjøgnum spennandi bloggarnar, ið tey fara at gera.