Av teimum 4 % av føroyingum sum geva blóð, eru 41% blóðflokkur O sum er mest mótstøðufør ímóti Korona.




Ímeðan 32% eru A, sum Korona bítur fast á smb Kina

Blóðflokkurin avgerandi fyri hvussu hart tú verður raktur

corona23-03-2020 - 11:13 - Jóanis Nielsen

Kinesar siga: Tey í blóðflokki O eru meira mótstøðufør, ímeðan tey við blóðflokki A eru meira útsett fyri farsóttini Covid19.

Á grein inni á msn.com, sum tó ikki er vísindaliga prógvað í øllum meldrinum; halda kinverjar. at teir hava funnið eitt mynstur við at tey í blóðflokki O eru meira mótstøðufør Covid19, ímeðan tey í blóðflokki A eru tey harðast raktu av farsóttini.

Av teimum 4 % sum eru blóðgevar í Føroyum er býtið soleidis, 41% blóðflokkur O, og 32 % eru A.

Hvussu mótstøðuføri er í B og AB blódflokkanar, sigur søgan onki um.