
Boð eftir Tanum í nátt
16-01-2021 - 16:58 - Jóanis Albert Nielsen
Klokkan 01:20 í nátt fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt eitt fólk av Nólsoynni og inn til Havnar á Landssjúkrahúsið.
Boð blivu send eftir bjargingarbátinum Tanum, sum fór av Havnini klokkan 01:38 við kós til Nólsoyar. Klokkan 02:45 kom Tanum aftur á Havnina við persóninum úr Nólsoy.