Boð eftir tyrluni í nátt

23-04-2019 - 07:02 - Jóanis Albert Nielsen
Klokkan 04:56 fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at tað var neyðugt at fáa flutt ein persón av Sandoynni og á Landssjúkrahúsið.

Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum lendi í Skopun góðan hálvan tíma seinni. Har hon tók persónin umborð, og flutti hann á Landssjúkrahúsið, har hon lendi klokkan 05:37 í morgun.

Hetta er fyrsta útkallið hjá tyrluni síðani 16. mars.