Bogi Jacobsen tekur yvir sum stjóri í Varðanum í Gøtu

vinna31-07-2020 - 21:55 - Jóanis Nielsen

Í morgin verður stjóraskiifti í samtakinum Varðanum í Gøtu.

Jákup Jacobsen gevst sum stjóri og sonurin Bogi Jacobsen tekur við stóru avbjóðingini, tað visti ÚF at siga frá í kvøld.

Bogi Jacobsen, sum er stjóri í Varðanum Pelagic, verður nýggi stjórin í samtakinum, sum eigur feløgini sum millum annað reka skipini Gøtunes, Trónd í Gøtu og Finn Fríða.

Vit á JN.fo ynskja nýggja stjóranum hepna hond við stóru avbjóðingini.