Bók um trolaran Vesturvón frá 1969 kemur út í november

mentan25-07-2019 - 22:15 - Jóanis Nielsen

Jan Erik Simonsen skrivar á Facebook:

At eg nakrantíð skuldi fara at skriva eina bók og gerðast rithøvundur, hevði eg ikki í mínum villasta fantasi hugsa mær. Í dag fekk Føroya Prent handa geyman til rúgvismikla bók við fleiri enn 400 síðum, ið umrøður hekkutrolaran Vesturvón frá 1969. Um alt gongur sum ætlað verður bókin í sølubúðunum í november.