Borgarafundir: Vatnsoyrar, Giljanes og Sørvágur

mentan28-09-2020 - 10:37 - Jóanis Nielsen

Borgarafundir um ferðavinnustrategi verður


Á Vatnsoyrum í kvøld, Í hølinum hjá Grant kl 20-22

Í skúlanum á Giljanesi, mikukvøldið 30. september kl. 19-22

Í skúlanum í Sørvági, mikukvøldið 7. oktober kl. 19-22.

Komandi tíðina fara vit at halda borgararfundir í øllum bygdunum í Vágum og í Mykinesi, har borgarin kann koma við íkasti og hugsanum um ferðavinnustrategi- og menning í økinum.

Á fundunum fer verkætlanarleiðarin at kunna um burðardygga ferðavinnumenning og leggja fram hugsanir um menning og strategi í økinum og biðja um íkast, hugsanir og hugskot frá íbúgvunum.

Eisini verður eitt umboð frá hvørjari bygd valt í ein fylgibólk, sum fer at fylgja strategi-arbeiðinum.

Orsakað av coronu, er neyðugt at melda til borgarafundirnar í seinasta lagi 2 dagar undan fundinum. Um ov nógv melda til, verður eyka fundur gjørdur.

Tilmelding á leinkjuniherella við at senda teldupost tiloda@ferdavinna.fohar tit kunna um navn, teldupost, telefon nummar og hvussu nógv úr húskinum taka lut.

Oda W. Andreasen

verkætlanarleiðari