Borgarafundur í Nólsoy

politikkur22-10-2019 - 10:40 - Jóanis Nielsen

Mikukvøldið 23. oktober kl. 19.30 verður Borgarafundur hildin í bygdarhúsinum í Nólsoy.


Skráin fyri borgarafundin í Nólsoy 23. oktober 2019:

19.30 Vælkomin Annika Olsen, borgarstjóri
19.35 Framtíðar bústaðir
- Uppskot til heildarætlan úti á Klivum. Barbara Mikkelsen, leiðari á býarskipanardeildini
- Nýggja útstykkingin undir Bøbrekku. Kári Egholm, Tekniska deild
20.05 Almenn og grøn øki. Býarskipanardeildin
20.20 Vetrarfriðing. Gunnar Djurhuus, økissamskipari
20.35 Skúlaskapur og kvøldskúlin. Sigurð Ó. Vang, leiðari á mentanardeildini
21.05 Orðið er frítt
21.45 Liðugt