Borgarin er á veg inn

Vinna07-06-2019 - 17:04 - Jóanis Albert Nielsen
Borgarin verður á Fuglafirði nú um 18 tíðina, teir hava verið á svartkjaftaveiðu henda túrin, og fingu teir 900 tons.

Borgarin hevur verið úti í eina viku, teir leitaðu fyrstu dagarnar, hava bæði verið á Íslandsrygginginum og vestur ímóti íslandsmarkinum. 

Teir siga, at nú sær einki út við svartkjaftinum, og vænta teir at teir gevast fyri fyrst.

Borgarin landar til Havsbrún.