Mynd: John Haraldsen.

Borgarin er farin á sildaveiðu

vinna22-09-2019 - 23:14 - Jóanis Nielsen

 Borgarin hevur landað 650 tons av makreli til Faroe Pelagic í Kollafirði. Teir hava hendan túrin roynt í norskum sjógvi.

Liðugt var at landa seinnapartin í dag, Borgarin fór beinanvegin liðugt var av Kollafirði, teir hava sett kós í ein útnyðring, har teir fara at royna eftir sild í íslendskum sjógvi.