Borgarin hevur havt góðan fiskiskap eftir svartkjafti

vinna11-08-2017 - 13:41 - Jóanis Nielsen
Borgarin kom á Fuglafjørð beint eftir middag við 2.600 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fiskað norðanfyri Føroyar, Borgarin hevur roynt á uml. 64N - Borgarinn hevur kvotu til minst ein svartkjaftatúr afturat.

Teir landa svartkjaftin til Havsbrún.

Skipari hendan túrin var Kristian Dam úr Kollafirði