Mynd: John F. Haraldsen.

Borgarin kemur á Kollafjørð í nátt

vinna14-11-2019 - 21:27 - Jóanis Nielsen

 Borgarin kemur á Kollafjørð seint í nátt ella tíðliga í morgin við 900 tonsum av sild, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið.

Borgarin byrjar at lana til Faroe Pelagic kl. 8 í morgin.

Skipari hendan túrin er Bergur Petersen.