Borgarstjórin í Sørvágs kommunu er als ikki nøgd við avgerðina hjá BETRI

Vinna30-05-2020 - 13:44 - Jóanis Nielsen

Undirritaða var uppringd av leiðara í Betri, sum segði, at fleiri sjálvtøkur í landinum, harímillum tann í Sørvági, skulu takast niður. Grundgevingin var, at fólk taka ikki reiðan pening út longur. Í hesum vóru vit ikki samd.

Niðurstøðan var tó greið: Avgerð var longu tikin á hægri stað, so har var einki at gera.

Sjálvtøkan verður javnan brúkt av fólki, ið fer til t.d. fótbóltdystir, konfirmatiónir og ikki minst Country-festivalin. Hon verður brúkt, tá ið tiltøk eru, ið krevja reiðan pening.

At taka sjálvgreiðsluna í Sørvági niður er ein greið niðurlaging av kundatænastuni í Sørvágs kommunu – einari kommunu við meir enn 1200 íbúgvum!

Nærmasta sjálvtøkan er tann á flogvøllinum, men har slepst ikki inn, tá flogvøllurin er stongdur.

Sostatt skulu kundarnir til Miðvágs at taka út, um teir skulu hava reiðan pening.

Tað kann vera trupult hjá fólki, sum ikki hava bil og ongan hava at koyra seg.

Men kanska kappingarneytarnir hjá Betri síggja og skilja trupulleikarnar hjá borgarum í Sørvágs kommunu og kundu økt um tænastuna við at seta upp eina sjálvtøku her. Teir høvdu helst fingið tað afturlønt!

Aimé Jacobsen

Borgarstjóri í Sørvágs kommunu