Borgarum verður noktað talufrælsi og persónligan avgerðrarrætt

Politikkur03-08-2019 - 22:33 - Jóanis Albert Nielsen

Í grundlógini § 77 stendur soleiðis: “Enhver er berettiget til på tryk, i skrift og tale

at offentliggøre sine tanker”. Hetta er ein aðalregla, ið eg meti, at okkara føroyska

samfelag má halda óvíkiliga fast við.

Í seinastuni er tað fleiri ferðir, at okkara siðbunda kristna hugsan og liviháttur hevur

verið undir censuri. Hetta er tíbetur ikki hent so nógv í Føroyum, men í teimum

altjóða sambondum vit hava út í heim er hent ymiskt, sum partvíst eisini rakar

gerandisdagin í Føroyum.

Eitt dømi er at Amazon hevur avgjørt at nokta, at bøkur verða seldar av

undirveitarum á teirra platformi, ið eru skrivaðar av fólki, ið áður hava livað ein

homosexuellan lívsstíl, og nú hava valt at liva ein hetroseksuellan lívstíl. Eisini eru

bøkur noktaðar frá terapeutum, ið greiða fólki frá, um tey ynskja tað, hvussu tey

kunnu fáa terepeutiska hjálp fyri óynsktar homosexuellar kenslur.

Eitt annað dømi er, at Airbnb krevur, at útleigarar skulu veita hetrosexuellum og

homosexuellum pørum somu tænastur, sjálvt um útleigarin hevur ræðisrætt yvir

egnum býli. Eisini hevur Airbnb tikið øll útleiganarbýli á vestara áarbanka av sínum

sølulista.

page1image339998976

Eitt triðja dømi er, sum vit kundu lesa herfyri, at ein enskur lækni misti starvið, tí hann noktaði fyri at kalla ein mann fyri eina kvinnu, soleiðis sum maðurin sjálvur ynskti tað.

page1image339999552

Eitt dømi úr Føroyum er, at um tú ætlar tær at gera kylling til døgurða, so ber næstan ikki til at fáa ein kylling, sum ikki er Halal slaktaður.

Um eg fái tína atkvøðu vil eg arbeiða fyri, at talufrælsið og persónliga

avgerðrarfrælsið verður áhaldandi virt í Føroyum, soleiðis at rák, ið eru at síggja

uttanlands, ikki vera at síggja í Føroyum í sama mun. Tó havi eg ikki sagt, at vit ikki

skulu virða fólk, ið ikki hava eina kristna grundhugsan. Øll skulu virðast óansæð

sjónarmið.


Steffan Klein Poulsen