Mynd: Frits Heðin Jacobsen.

Brestir er inni í Íslandi við maskintrupulleikum

vinna05-06-2019 - 13:18 - Jóanis Nielsen
Sørvágstrolarin Brestir, sum hevur verið í Eysturgrønlandi, har teir royndu eftir svartkalva, vóru júst byrjaðir fiskarí - høvdu roynt í 3 dagar - tá ið teir fingu maskintrupulleikar, teir settu tí kós móti Reykjavík, har teir komu mitt í nátt.

Smiðir úr Føroyum stóðu fyri teimum, tá ið teir komu á Reykjavík, nú verður arbeitt við at fáa loyst trupulleikan.