Brestir kom á Sørvág í nátt

vinna20-11-2020 - 10:15 - Jóanis Nielsen

 Brestir kom á Sørvág í nátt, teir koma inn at kroka, nú boðað verður frá óveðri, sagt verður frá vindi uppí 32 m/s og aldu millum 8 og 12 m vestanfyri.

Brestir hevur verið úti í tvær vikur, teir byrjaðu eystanfyri, men fluttu vestur á Ryggin, har teir hava verið til nú. Brestir hevur 37 tons - 25 tons av toski, 10 tons av svartkalva og 2 tons av øðrum.

Tað eru 9 mans við Bresti, skipari hendan túrin var Birgir Hansen.

Birgir sigur, at teir fara avstað aftur, so skjótt veðrið batnar aftur.