Brexit ger tað torførari at útflyta og innflyta

vinna25-01-2021 - 17:03 - Jóanis Nielsen

Eftir at Stóra Stóra Bretland 1. januar 2021 fór úr ES, er tað vorðið truplari at útflyta og innflyta umvegis Stóra Bretland.

Handilsavtalan millum Føroyar og Stóra Bretland tryggjar, at tollviðurskiftini fyri føroyskar og bretskar vørur eru nakað tey somu sum áðrenn 1. januar. Tó eru aðrar forðingar komnar undan kavi. Har til ber, verður arbeitt við at loysa hesar.

Føroyar hava eina fríhandilsavtalu við Stóra Bretland, sum er ógvuliga lík fríhandilsavtaluni millum Føroyar og ES. Tá Stóra Bretland for úr ES 1. januar 2021 kom henda fríhandilsavtala í gildi, og sostatt kunnu Føroyar framvegis útflyta til og innflyta úr Stóra Bretlandi eftir á leið somu tollreglum sum áður, við nøkrum fáum undantøkum.

At vit hava eina handilsavtalu við Stóra Bretland merkir tó ikki, at okkara handilsviðurskifti eru óávirkaði í mun til støðuna áðrenn 1. januar.

Krav um heilsuváttanir og marknaðeftirlitsstøð

Okkara avtalur við ES tryggja okkum, at tað ikki er neyðugt við heilsuváttanum, tá fiskavørur verða útfluttar til ES, men frá 1. apríl 2021 verður hetta ikki longur galdandi fyri útflutning til Stóra Bretlands. Frá 1. apríl krevja bretskir myndugleikar, at ein heilsuváttan skal fyriliggja fyri føroyskar fiskavørur, sum verða útfluttar til Stóra Bretlands, og hetta fer so at skapa meira umsiting. Harumframt kunnu fiskavørur til Stóra Bretlands frá 1. juli 2021 bert koma inn støð, sum hava eina serliga marknaðeftirlitsstøð, har tað ber til at gera váðagrundað eftirlit av vørunum.

Um tað skal bera til at sleppa undan, at allar matvørur og aðrar vørur av djórauppruna, bæði til og úr Bretlandi, skulu gjøgnum markaðeftirlit frá 1. juli, verður neyðugt at gera eina varandi heilsufrøðiliga avtalu millum Føroyar og Bretland.

Torførari at útflyta vørur til ES-lond umvegis Stóra Bretland

Brexit hevur eisini gjørt tað truplari at handfara fiskavørur, sum verða útfluttar til ES umvegis Stóra Bretland. Stóra Bretland er í løtuni eitt 3. land í mun til ES, og tað ger tað truplari at senda fiskavørur í transit til ES-lond umvegis Stóra Bretland, eitt nú til Írlands og Fraklands.

Innflutningurin til Føroya umvegis Stóra Bretland eisini truplari

Tað er tó ikki einans útflutningurin, sum verður ávirkaður av Brexit. Eisini í vøruinnflutninginum til Føroya úr Stóra Bretlandi eru ymisk teknisk viðurskifti, sum skapa ivamál hjá innflytarunum og gera tað truplari at innflyta vørur úr Stóra Bretlandi.

Trupult at virka føroyskar fiskavørur í ES og útflyta tær til Stóra Bretlands

Eisini framleiðslufyritøkur í ES-londum skulu venja seg við ein nýggjan veruleika. Tá Stóra Bretland var partur av ES kundu hesar fyritøkur keypa føroyskar rávørur, virka hesar, og útflyta tær uttan toll til Bretlands. Aftaná 1. januar kann tollur vera lagdur á fleiri av hesum virkaðu fiskavørum, um tær verða útfluttar úr ES til Bretlands. Um ein ES-fyritøka t.d. innflytur føroyskan makrel, og virkar hann til eina niðursjóðaða vøru (t.d. makrel í dós), verður 25% tollur álagdur, um vøran verður innflutt til Stóra Bretlands.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevur annars framleitt eitt notat, sum greiður frá ymiskum viðurskiftum millum Føroyar og Stóra Bretland eftir 1. januar 2021. Notatiðsæst her.