Bygdaleiðir atkomuligari og umhvørvisvinarligari komandi 7 árini

11-07-2019 - 17:08 - Jóanis Albert Nielsen

Hilmar Eliasen, stjóri í Strandfaraskip Landsins, fegnast um at kunna bjóða øllum, sum koyra við Bygdaleiðum komandi 7 árini, eina dygdargóða tænastu við umhvørvis- og brúkaravinarligum bussum.

Allir bussarnir kunnu frá sáttmálabyrjan 1. mai 2020 taka koyristólar og vera við í eini GPS skipan, soleiðis at ferðandi kunnu síggja, hvar bussarnir eru her og nú. Harumframt hava allir bussarnir EURO 6 og EURO 6d norm, ið er mest umhvørvisvinarliga loysnin fyri bussar, ið koyra við diesel.

Tað er at gleðast um, at so nógv boð komu inn og Hilmar Eliasen ynskir at takka øllum 11 boðgevarunum, sum í alt góvu 15 boð.

Útbjóðingartilfarið ásetir, at búskaparliga besta boðið verður valt. Tað skal skiljast soleiðis, at búskaparliga besta boðið er ein samlað vekting av prísi, góðsku av rakstri og góðsku av rakstrartólum.

Arbeiðsbólkurin, ið hevur staðið fyri útbjóðingini, hevði frammanundan, at boðini komu inn, millum annað gjørt eitt metingarskjal, har atlit varð tikið til prís, rakstur og rakstrartól við grundarlagi í vektingini, sum tað var lagt upp til í útbjóðingartilfarinum.

Í útbjóðingartilfarinum er ásett, at prísurin telur 70 %, góðskan av rakstrinum telur 10 %, og góðskan av rakstrartólum, herundir umhvørvi og roykemissión, telur 20 %.

Samlaða metingin vísir, at bestu boðini vóru:

  • IR Lastbilar Sp/f, pakki 1 (leiðirnar 100, 101 og 300)
  • Sp/f Zafira, pakki 2 (leiðirnar 200, 201, 202, 440/480, 442 og 481)
  • Sp/f Landleiðin, pakki 3 (leiðirnar 400, 401, 410, 500, 504 og 506)

Niðurstøða um koyring á Sandoynni og Suðuroynni

Tað komu tvey boð upp á koyring á Sandoynni (pakki 4).

Ein ávís óvissa er um innkomnu boðini í mun til samlaða ferðaætlanartímatalið í útbjóðingartilfarinum, sum ger, at tað ikki ber til at gera eina neyva samanbering av boðunum.

Strandfaraskip Landsins hevur tí avgjørt at bjóða pakka 4 út av nýggjum. Nærri kunning fæst um útbjóðingina av pakka 4 í viku 29.

Tað kom bara eitt boð upp á koyring á Suðuroynni (pakki 5).

Tímaprísurin í boðnum upp á pakka 5 var munandi hægri í mun til boðini í hinum pakkunum.

Strandfaraskip Landsins hevur tí avgjørt at bjóða pakka 5 út av nýggjum. Nærri kunning fæst um útbjóðingina av pakka 5 í viku 29.