
Bygdaleiðir skulu hóska betur til næmingar á Glasi
23-09-2018 - 20:34 - Jóanis Albert Nielsen
Strandferðslan,
Glasir og Tórshavnar kommuna skulu í næstum á fund fyri at leggja ferðaætlanina
hjá bygarleiðum um, so hon hóskar betur til næmingar á Glasi, svaraði Henrik
Old upp á munnligan fyrispurning frá Jørgen Niclasen í løgtinginum mikudagin.
Jørgen Niclaen spurni um landsstýrimaðurin hevði ætlanir um at fáa broytt
ferðaætlan hjá bygdaleiðum, so tær passa til skúlatíðirnar í nýggju Glasum.
Hann hevði hesa viðmerkingar.
Glasir eru latnar upp og hópin av ungdómi gongur
har. Í bygdaleiðum eru mong ung lesandi hvønn morgun og hvønn seinnapart.
Áðrenn Glasir, var ferðaætlanin væl løgd í mun til skúlan, men so er ikki nú.
TD. fara ungdómar úr Vágum kl. 6.45 á morgni fyri
at møta á Glasi til skúlagongd, sum byrjar kl. 8.10. Tá koyra bygdaleiðir
framvið Glasi.
Seinnapartin hava næmingarnir frí kl. 15,25, men
bussurin fer kl. 15.15. Seinnapart koyrir bussurin ikki fram við Glasi, so tey
ungu mugu brúka býbussin fyri at koma til bygdaleiðir. Sostatt eru hesi ungu
ikki heima fyrr enn í fyrsta lagi kl. 17.30.
So fyri at vera undirvíst í 6 tímar, eru tey ungu
heimanfrá í nærum 11 tímar. Tað burdi borið til at lagt ferðaætlanina hjá
bygdaleiðum um, so hon passaði betur til skúlagongdina. Hetta hevði ikki kosta
eitt oyra eyka.
Henrik Old, landsstýrismaður svaraði, at
Strandferðslan var varug við trupuleikan og at fundur var avtalaður millum
Strandferðsluna, Glasir og Tórshavnar kommunu fyri at leggja ferðaætlanina
betur til rættis.