Nýggjastu


BYGGIFRØÐINGUR TIL ALUDEILDINA HJÁ GRANT

Lýsing03-08-2020 - 15:00 - Jóanis Nielsen

Vit leita eftir byggifrøðingi M/K at røkja álitisuppgávur á aludeildini hjá GRANT. Aludeildin hevur seinasta árið havt stóra frammgongd. Vit hava verið við í stórum verkætlanum og nýggjar standa fyri framman. Verandi byggifrøðingur flytir uttanlands, og tí søkja vit eftir fólki í hansara stað.

Tínar uppgávur eru:

· Verkætlanarleiðsla

· Søla av aluminiumsfasadum v.m.

· Innkeyp

· Kundarøkt og ráðgeving

· Tekning

· At vera bindilið ímillum framleiðslu, montering og kunda.

· Ymiskt annað 


Vit vóna at tú ert:

Røkin

· Sjálvstøðugur

· Fyrikomandi

· Hevur áræði

· Dugir danskt og enskt í skrift og talu

· Dugir A-cad og Revit


Vit kunnu bjóða:

· Áhugaverdar arbeiðsuppgávur

· Eitt umhvørvi, har nógv er at tríva í

· Fakliga menning og sparring

· Løn, sum samsvarar við royndir og útbúgving


Starvið er fulltíðarstarv og verður lønin, sum nevnt, sambært avtalu. Starvsstaður er á Rituvíkshálsi.

Umsóknarfreistin til starvið er 5. august 2020
og skal umsókn sendast til: frodi@grant.fo


Ætlanin er at seta starvið sum skjótast.

Spurningar um starvið kunnu vendast til rakstrarleiðaran Fróða Hansen á tlf 290001.


GRANT er størsti føroyski framleiðari av alufasadum. Umframt aluframleiðsluna á Rituvíkshálsi, hevur GRANT eisini eina timbur-træ/alu-framleiðslu í Vatnsoyrum,
eina PVC-framleiðslu í Miðvági og eina monteringsdeild, sum koyrir runt alt landið.
Hjá GRANT starvast áleið 50 fólk.