Býtt verður í heimapartar og drápspartar

mentan29-04-2019 - 14:10 - Jóanis Nielsen

 Finnbogi Miðjord, sýslumaður sigur, at grindin, sum doyði í Sandavági í morgun, verður býtt í drápspartar og heimapartar í bæði Vága- og Sørvágs kommunu. 

Hann leggur afturat, at heitt verður á fólk um at hjálpa til at skera heimapartarnar upp.

Enn veit hann ikki skinnatalið.