Mynd: Jón Thomsen

Christian í Grótinum hevur fiskað sildakvotuna

vinna07-11-2019 - 15:33 - Jóanis Nielsen

 Christian í Grótinum, sum hevur verið á sildaveiðu norðanfyri, hevur í nátt landað 700 tons av slógvi til Havsbrún, í dag landa teir útvið 700 tons av sildafløkum í Ánunum.

Teir hava nú fiskað alla sildakvotuna og fara í komandi viku at rigga til makrelfiskiskap.