Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð á middegi

vinna19-01-2020 - 10:24 - Jóanis Nielsen

 Christian í Grótinum, sum hevur roynt eftir makreli á hetlandsleiðini, kemur á Fuglafjørð beint áðrenn middag við 1.200 tonsum, støddin á makrelinum liggur um 420-430 gramm.

Christian í Grótinum skal landa til Pelagos, teir sleppa framat tá ið liðugt er at landa Isafold, tað verður mánadagin.