Mynd: Jens Sigurð Justesen.

Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð á middegi

vinna20-11-2020 - 09:48 - Jóanis Nielsen

 Christian í Grótinum kemur á Fuglafjørð eftir middag, har teir skulu landa 500 tons av slógvi til Havsbrún, eisini skulu teir bunkra í Fuglafirði.

Leygarmorgunin skulu teir landa sildafløk í Ánunum, teir hava 500 tons, sigur skiparin Bogi Rasmussen við okkum á JN.fo, teir hava fiskað í íslendskum sjógvi.