Christian í Grótinum landar í Ánunum í morgin

vinna15-08-2019 - 19:45 - Jóanis Nielsen

 Christian í Grótinum kom á Klaksvík í morgun við 600 tonsum av makreli, bæði heilfryst, skráskorið og flak. Teir landa í Ánunum í morgin, í løtunii landar Tuugaliiq í Ánunum, teir veða liðnir at landa tíðliga í morgin og tá sleppir Christian í Grótinum framat - makrelurin er framúr stórur frá 490 uppí 520 gramm í snitt.

Christian í Grótinum fer tó ikki nýggjan túr fyrrenn Sjómannadagarnir eru liðnir, segði skiparin Páll Klein Rasmussen tá ið vit tosaðu við hann.