Christian í Grótinum landar í Ánunum seinnapartin í dag

vinna06-09-2019 - 10:33 - Jóanis Nielsen

 Christian í Grótinum fór í gjár at sigla inn av makrelfeltinum norðanfyri, teir hava roynt á umleið 63N og 1V.

Páll Klein Rasmussen segði í gjárkvøldið, tá ið vit tosaðu við hann, at tað var nógvur makrelur at síggja í føroyskum sjógvi.

Christian í Grótinum kom undir land norðanfyri í nátt, teir framleiddu til í morgun, tá ið teir fóru at bunkra og pumpa slógv í tangarnar hjá Havsbrún í Fuglafirði.

Seinnapartin koma teir í Ánirnar at landa tey 600 tonsini av skráskornum/ frystum makreli.

Ætlandi fara teir nýggjan túr leygarkvøldið.