Countrykongurin spælir til dans á Bátafestivalinum

23-04-2019 - 13:00 - Jóanis Albert Nielsen

Okkara frálíki countrytónleikari, Hallur Joensen, er sum vera man fastur gestur at spæla til dans undir Bátafestivalinum á Toftum leygarkvøldið 4.mai, og hann verður sjálvandi aftur at hoyra og síggja í ár.

Countrykongurin hevur verið fastur fúsur á Toftum í nógv ár. Góði dansitónleikurin hjá Halli er væl dámdur millum fólk, sum vitja Bátafestivalin á Toftum.

Vælkomin á Bátafestival á Toftum