D 12 hjá TB steypavinnarar

ítróttur28-02-2021 - 18:30 - Jóanis Albert Nielsen

D 12: TB a – TB b, 2 – 0 (25 – 12 og 25 – 11)

Hóast TB ikki enn hevur gjørt nógv um seg á dreingjasíðuni, so vóru tað tvey TB lið, sum vóru í finaluni í dreingir 12 – so framtíðin sær bjørt út.


Tað gjørdist TB a, sum vann dystin 2 – 0.

Bestu leikarar:

Hans Jacob Gaard Petersen, TB a

Markus Birgissonur Berg, TB b

Mynd (bæði TB a og TB b):

Aftast frá vinstru: Marina Popovic, venjari, Ólavur Hammer, Hans Jacob Gaard Petersen, Gabriel Popovic Johannesen, Símun Øster, Helena Hammer, venjari.

Fremst frá vinstru: Filip Simonsen, venjari, Markus Birgissonur Berg, Harry Jacobsson Øster, Brandur Olsen.