D 17 hjá SÍ steypavinnarar

ítróttur28-02-2021 - 18:31 - Jóanis Albert Nielsen

D 17: SÍ – Fleyr, 2 – 0 (25 – 20 og 25 – 22)

Enn ein steypasigur til Sørvágs – hesuferð vóru tað dreingir 17 hjá SÍ, sum vunnu á havnadreingjunum.

Hóast at Fleyr førdi móti endanum á øðrum setti, so vísti SÍ enn einaferð, at sørvingar hava nakað serligt, tá dystirnir skulu avgerðast, og teir togaðu seg spakuliga framum til ein 2-0 sigur.

Bestu leikarar:

Bjarni Joensen, SÍ

Mattias Nolsøe Isaksen, Fleyr


Mynd:

Aftast frá vinstru: Rajko Petrovic, Róar í Haraldstovu, Tóki í Haraldstovu, Elias Ellingsgard Petersen, Hjarni Joensen, Atli Falkvard.

Fremst frá vinstru: Einar Thorgrimson, Silas Poulsen, Róar Anderson.