Dagbjørn stillar upp fyri Borgaralistan

Politikkur25-10-2020 - 20:41 - Jóanis Albert Nielsen

Dagbjørn Hansen er 54 ár og er búsitandi í Sandavági. Er giftur við Súnu Hansen. Tey eiga 3 børn í aldrinum 19-28 ár. Er útbúgvin maskinsmiður, maskinist og oljufýrservicmaður.

Vága kommuna skal virka sum ein eind fyri allar bygdinar, sum eru 3 í talið. Børn og ung skulu hava hava teir bestu karmar at liva undir. Teira trupuleikar sum tey hava, so sum stoffir o.a, eiga vit at loysat sum skjótast.

Tey eldru skulu vit fjálga um, og geva teimum bestu karmar.

Vit skula altíð hava nokk av grundstykkum í øllum bygdum.

Vinnuøki eiga vit at raðfesta høgt, so vit altíð kunna útvega tøk stykkir. Vit eru í einari tilgongd har vit eru í gongd at rudda Grótbrotið í sandavági, tað kundi veri ein møuleiki til eitt vinnuøki.

Vatni sum í dag verur pumpa úr Leitiðsvatni, eiga vit at gera nakað við, tí tað kostar einar 300.000kr um árði, at pumpa vatn niðan í brunnanar.Tað eiga vit at hyggja uppá.( kelduvatn og áðir).

Havnalagið skal dagførast og bátahyljar.

Tann ríka mentan vit hava skulu vit fjálga um.

Set x við borgaralistan 

Set x við Dagbjørn Hansen