Dartsamband Føroya altjóða limaskapur

ítróttur08-10-2019 - 10:05 - Jóanis Nielsen

Altjóða limaskapur

Dartsamband Føroya hevur luttikið á aðalfundi hjá WDF (World Darts Federation), sum hevur verið hildin í Cluj-Napoca, Rumenia. Fundurin er í samband við HM í dart fyri lið, sum verður spælt hesa vikuna.

DSF hevði sum mál at fáa okkara ”fyribils limaskap” til fullan limaskap. Í hesum sambandi vóru Hans Eivind Olsen, forseti og Kristian Joensen, varaforseti á aðalfundinum og høvdu eina framløgu um Føroyar og føroyskt dart. Aðalfundurin skuldi eisini taka støðu til umsóknir frá Slovenia, Monaco, Singapore og Kroatia. Eftir at øll 5 londini høvdu havt sína framløgu, vórðu londini biðin um at fara úr fundarhølinum, meðan limalondini skuldu atkvøða um hesi 5 londini skuldu fáa limaskap ella ikki.

Eftir umleið 10 min vóru umsøkjara-londini biðin um at koma innaftur í fundarhølið, har ”dómurin bleiv sagdur”. Øll londini, íroknað FØROYAR, fingu fullan limaskap.

Hetta merkir, at Føroyar nú hava fullan limaskap í World Darts Federation, atkvøðurætt á fundum hjá WDF, rættin at taka lut í komandi EM og HM kappingum og kunnu søkja WDF um at fáa altjóða kappingar til Føroyar, eitt nú at fáa Tórshavn Open/Faroe Islands Open góðkendar og lagdar í WDF-álmanakkan.

Fyrsta stóra uppgávan verður Nordic-Cup í Danmark í apríl og EM í Spania í oktber 2020.

Vinarliga heilsan

Dartsamband Føroya

Hans Eivind Olsen

Forseti