Nýggjastu


Deyður hvalur á fjørðinum í Sumba

myndir24-03-2020 - 20:19 - Jóanis Nielsen

 Seinnapartin í dag kom ein deyður stórhvalur rekandi vestanífrá inn á fjørðin í Sumba. Hann rak spakuliga suðureftir ímóti Akrabergi.

Myndirnar hevur Niclas Hentze úr Sumba sent okkum.

Uppdatering 25. mars: Vit hava tosað við Niclas aftur í dag, hann segði, at hvalurin fór suðureftir, tey sóu hann ikki aftur í Sumba - eisini segði hann, at fyri nøkrum árum síðan kom ein stórhvalur á land í Sumba, hann lá í langa tíð, tað var ringur lugtur av honum, so tey vónaðu ikki at hvalurin, tey sóu í gjár, fór at koma á land har.