Dia verður hjálparvenjari hjá manslandsliðnum

ítróttur01-08-2019 - 11:04 - Jóanis Nielsen

Dia Midjord er settur sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum.

– Tað er stór framgongd í føroyskum hondbólti og eg vil fegin vera við at føra føroyskan hondbólt enn longur fram á leið, sigur nýggi hjálparvenjarin.

Dia Midjord tekur við eftir Jeppe Borch, ið hevur verið hjálparvenjari seinastu tvey árini. Jeppe Borch er fluttur aftur til Danmarkar, eftir fýra ár í føroyskum hondbólti.

A-landsliðið við monnum fer nú undir fyrireikingarnar til HM-undankappingina, sum byrjar í vetur. Manslandsliðið hevur sína fyrstu savning í næstu viku, tá teir millum annað skulu spæla venjingardyst móti danska stórfelagnum, Bjerringbro/Silkeborg.