Djóni S. Joensen nýggjur kommunulækni í Vágum

vinna27-01-2021 - 08:00 - Jóanis Albert Nielsen

1. apríl 2021 tekur Djóni S. Joensen við starvi, sum kommunulækni í Vága læknadømi.

Djóni S. Joensen nam sær embætisprógv í læknafrøði í 2003 frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hann gjørdist serlækni i almennum medisini í 2011, tá hann eisini tók við starvi sum kommunulækni í Vestmanna læknadømi. Hetta starvið hevur hann røkt síðan nú hann flytur til Vága læknadømi.

Við hesum eru bæði kommunulæknastørvini í Vága læknadømi mannað, tað skrivar Heilsutrygd.