Drive-in konsert í Sandavági

Mentan27-04-2020 - 19:00 - Jóanis Albert Nielsen

Vit hava glett okkum so nógv til 2. mai, tá Húsagongd skuldi vera fyri 6. ferð og eru ógvuliga harmar um at avlýsa tiltakið. Men vit halda, at vit øll hava brúk fyri at hoyra góðan tónleik og kanska serliga í hesum tíðum. Tí verður skipað fyri einari konsert, sum er lagað til umstøðurnar. Talan er um eina drive-in konsert niðri við valloyruna í Sandavági, og øll eru vælkomin.

Sjálv konsertin byrjar kl 19:00, men tilber at koma frá kl 17:30.

Tiltakið er ókeypis, men til ber at flyta eina stuðulsupphædd á kontonr. 6460-5471003, allur stuðul er vælkomin.

Komið og hugnið okkum saman, men við fjarstøðu.

Vegna fyriskipararnar av Húsagongd 

Beinta Gudmundsen & Ragnhild Olsen