EB/Streymur hevur havt aðalfund

ítróttur18-11-2020 - 15:56 - Jóanis Nielsen

Á skránni var m.a. val av nevnd. Fyri vali stóðu Oddur Ejdesgaard, Tony S. Kruse og Torfinn Djurhuus, og ongin av teimum tóku við afturvali. Harumframt skulu eykalimirnir veljast á hvørjum ári.

Til nevndarlimir vóru vald: Fróði Zachariasen, Paula Eikhólm og Tummas Pauli Hansen. Umframt tey eru Fróði Reinert Petersen, Eyðstein Zachariasen, Rúni Kruse og Kayo Sørensen í nevndini. Til nýggjar eykalimir blivu valdir Ólavur Fríði Høghamar Ejdesgaard og Tony S. Kruse.

Nevndin skipaði seg eftir fundin. Fróði Reinert Petersen heldur fram sum formaður og Eyðstein Zachariasen heldur fram sum næstformaður.