Ein nýggjur kongur í býnum

Vinna01-11-2019 - 18:47 - Jóanis Albert Nielsen

Leygardagurin 2. november verður ein stórur dagur fyri Burger King í SMS og viðskiftafólkini, tí tá letur nýggja Burger King upp, sum nú er á altjóða stigi.

Tað eru nevniliga gjørdar stórar broytingar, bæði á sjálvari matstovuni og við kassarnar.

Nú hevur Burger King í Føroyum eisini fingið sjálvavgreiðslu, soleiðis sum vit kenna tað uttanlands, og hetta ger tað lættari og skjótari hjá viðskiftafólkunum at avgreiða sína bílegging og hjá starvsfólkunum í Burger King at fremja hana.

Soleiðis livir Burger King í Føroyum nú upp til altjóða Burger King-stig, so viðskiftafólkini kunnu fáa somu tænastu og góðsku, sama hvar í heiminum, tey eru.

Burger King er at finna sama stað í SMS, men nú í nýggjum hami.