Ein nýggjur smittutilburður í gjár

corona30-11-2020 - 12:45 - Jóanis Albert Nielsen

Ein nýggjur smittutilburðir varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Tann smittaði er partur av einari smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 159 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 167.731 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 503 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 498 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru fimm persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna